Børn og ung
Kunoyar Kommuna bjóðar góðar umstøður fyri børn og barnafamiljur, bæði frá náttúrarnað hond og politisk. Tað opna lendi í bø og haga, áirnar og fjøran eru frálík spælipláss fyri børn og barnsligar sálir. Eisini politiskt verður gjørt nógv fyri trivnaðin hjá barnafamiljum, sum búgva í kommununi. Tey bíligu grundstykkini, tað lága skattaprosentið, barnafrádrátturin gera tað alt annað líka lættari at seta búgv í kommununi. Á barnaansingarøkinum eru systkinaavsláttur, meðan tað fyri tey eldri børnini finst eitt rættuligt frítt skúlaval.
Les um fyrimunurnar hjá barnafamiljum at búgva í Kunoyar Kommunu á hesi síðuni.
