Bygging
Kunoyar Kommuna hevur tey seinastu árini útstykkjað nógv grundstykkir fyri at vera før fyri, at nøkta teir eftirspurningar, sum er- og hevur verið eftir grundstykkjum, fyrst og fremst til sethúsabygging. Undir teiginum "Grundøki" sæst eitt yvirlit yvir tøk grundstykkir og tann sera lága prísin, hesi stykkir verða selt fyri. Íbinding til vatn og kloak eru uttan meirkostnað.
Afturat hesum bjóðar kommunan leigugrundir til ídna við kaiøkið í Haraldssundi.
