DVD

Íslendska felagið "Prentleikni ehf" hevur givið út fløguna "North Atlantic Jewel" "Faroe Islands/Norðoyar", ið er ein meira "lokal" útgáva av áður gjørdur fløgu um Føroyar.
Á nýggju fløguni verður m.a. víst myndir av Henrik Solberg, Kasper Solberg og Inga Sørensen, meðan Zacharias Hammer hevur gjørt livandi myndir. Kristian Blak hevur gjørt tónleik til "DVD"´ina, ið er einar 100 minuttir langur.
Á fløguni er eisini ein lýsing av Kunoynni/Kunoyar Kommunu, og hví vit halda tað verða eitt gott hugskot at búsetast her.
Fløgan verður komandi dagarnar borið út til hvørt huski í kommununi.
