Fíggjarætlani 2012

Á kommunustyrisfundi mánadagin hin 28. november varð fíggjarætlanin fyri 2012 samtykt eftir aðru-viðgerð.
Skattaprocentið og barnafradrátturin verður óbroyt, ávíkavist 18% og kr. 4.000,-.
Í ætlani verður roknað við einari skattainntøku uppá knappar 3,3 millionir kr., ein afturgongd uppá eina litla hálva million í mun til inntøkan í 2010.
Sjá annars lyklatøl frá fíggjarætlani 2012 undir "Kunning".
