Løgtingsval

Sambært lóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinri broytingum verður val til Løgtingið
leygardagin tann 29. oktober 2011.
Atkvøðugreiðslan fer fram á vanliga valstøðum í kommununi
frá kl. 1000 til kl. 2000 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2011 kl. 1200 greiða brævatkvøðu við at venda sær til valstýrisformenninar, í Kunoy Jógvan Súni Michaelsen og í Haraldssundi Marjun Isaksen.
Valkort: Valkort verða send øllum, ið sambært vallistan hava valrætt í Kunoyar Kommunu og skulu nýtast til atkvøðugreiðsluna. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt, men annars til og við valdagin.
Haraldssund, hin 29. september 2011.
Kommunustýrið fyri Kunoyar Kommunu.
John Damberg,
borgarstjóri.
