Móttøku fyri Djóna Kunoy.

 

Mikukvøldið 1. februar skipaði kommunustýrið fyri móttøku í Kunoy fyri Djóna Kunoy, ið kom heim aftaná at hava rokkið tindin á Aconagua.

Djóni er við hesum ein av trímum teimum fyrstu føroyingum, ið hava verið á tí 6.959 m høga fjallið, ið er hagsta fjallið uttanfyri Asia.

Aftaná fyrverk í góðveðrinum bjóðaði borgarstjórin vælafturkomin, og handaði Djóna eitt blómutyssi og ein kekk. Eisini flutti m.a. Rani Nolsøe frá "Fjallafelagið" fram røðu, og Djóni takkaði fyri, samstundis sum hann greiddu frá túrinum.

Meðan Rani og Johannes Erik undirhildi var høvi hjá teimum gott hundrað, ið vóru møtt upp at taka ímóti Djóna, at fáa sær ein drekkimund og eitt hugnaprát í bygdahúsinum.

Sjá fleiri myndir í myndasavnið.

KALENDARI

«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna
Kunoyargøta 7,
780 Kunoy.
Tel. +298 21 68 14
Fax +298 45 48 14 
kunoy@kunoy.fo