Ruskplássini

 

Húsarhaldini í kommununi hava fingið lykil, sum passar til lásini á ruskbingjunum á báðum ruskplássinum. 

Hetta verður gjørt fyri at minka um ruskmongdina, sum higartil hevur verið koyrt í bingjurnar av borgarnum frá øðrum kommunum. 

Borgarar í Kunoyar Kommunu verða biðin at ansi væl eftir lykilinum og bara nýta hann til egið burturkast. 

Ætlanin er ikki, at lykilin skal lánast út, eins og vinnuligt burturkast ikki skal koyrast í bingjurnar. 

Vónandi verður tikið undir við hesu skipan.


KALENDARI

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna
Kunoyargøta 7,
780 Kunoy.
Tel. +298 21 68 14
Fax +298 45 48 14 
kunoy@kunoy.fo