Staðarnøvn á Kunoynni
Andrass og Jákup Jacobsen eru farnir undir at savna inn staðarnøvn á Kunnoynni. Arbeiðið er í samstarv við sp/f "Munin" og Kunoyar Kommunu, og verður gjørt talgilt.
Við at nýta slóðina niðanfyri ber tll at fara inn á kortið yvir Kunoynna, har man við músaknøttinum kann finna staðarnøvnini, sum longu eru løgd inn. Til ber eisini hjá brúkarum at "klikka" á eitt stað á kortinum, og leggja navnið á staðnum inn. Knýtir eina søgu ella ein søgn sær til staðið, er tað áhugavert at fáa hetta við. Andrass/Jákup góðkenna síðani nýggju upplýsingarnar, sum síðani verða skrásettir á kortið.
Eru spurningar til brúk av skipanini, ella ein ynskir at geva upplýsingar annars, verður viðkomandi biðin at ringja til Jákup á tlf.nr. 286787.
Vit vóna at fólk, eisini búsitandi uttanfyri kommununa, taka væl ímóti áhugaverda tiltakinum, og koma at hjálpa til við at fáa upplýsingar, so hesi ikki fara fyri bakka.
