Í samband við skalvalopini og vanda fyri meira, er byrjað at flyta fólk úr Haraldssundi, øll sum búgva í Haraldssundi vera biðin um at fara frá húsum sum skjótast.
Víst verður til KFUM og K til tey, ið ikki hava annað stað at fara.
Verkfallið rakar IRF á midnátt í kvøld og hetta merkir, at ongin innsavning verður frá mikudegnum 15. mai. Hetta er galdandi fyri innsavning av burturkasti frá húskjum, vinnu og endurvinningarplássum. Eisini steðgar øll innsavning av rottanga evju, spillolju og olju dálkaðum vatni.
Í dag 15. mai, er seinasti dagur at seyðurin eigur rætt til vetrarbit á bønum. Tí skal seyðurin rekast av bønum áðrenn í morgin. Bøgarðarnir skulu vera í seyðahøgum standi.
Boðað verður til útskiftingarfund mikudagin 15. mai 2024 kl. 19.00 í bygdafelagshúsinum Ljósinum í Haraldssundi. Annar fyribilsplanur verður lagdur fram.
Vegna 1. mai eru fleiri broytingar í innsavningini hesa vikuna.