Kunoyar kommuna skipaði fyri at rudda byrgingina um Haraldssund. 26 fólk tóku 532 kg av ruski upp, og er tað bara ein brotpartur av ruskinum, sum liggur har, siga fyriskipararnir. Ruddað verður nakrar ferðir um árið, tí har kemur nýtt rusk alla tíðina. Ruddararnir fingu ræsta súpan, tá ið liðugt var at rudda .