Andlát og jarðarferð

Í samband við andlát verða avvarnadi biðin um at venda sær til kommununa og boða frá nær jarðarferðin verður.

Kunoyar kommuna grevur grøvina og ber kostnaðin av hesum.

Avvarnadi verða biðin um at seta seg í samband við gravaran í Klaksvík á tlf. 238898, um koyring við líkvogni í samband við jarðarferð.
Kunoyar kommuna ber kostnaðin av líkvogninum.