Bygging


Grundøkir til sølu

Grundstykkir til sølu

Í Kunoy eru ongin grundstykkir til sølu

Í Haraldssundi eru hesi grundstykkir til sølu:
matr. nr. 66, kr. 50.800 ,-
matr. nr. 68d,  kr.  61.100,-
matr. nr. 68e,  kr.  60.300,-
matr. nr. 68f,   kr.  59.100,-
matr. nr. 68g,  kr.  61.800,-

Afturat hesum verður bjóðað grundøki til vinnuendamál í grótbrotinum á Garðaryggi í Haraldssundi. Økið er lagt út til leigugrundir.

Kloakkgjald
Fyri grundstykkir, ið keypt verða frá Kunoyar Kommunu, er gjald fyri íbinding til vatn og kloak íroknað.
Fyri aðra bygging verður roknað eitt gjald á kr. 15.000,- fyri íbinding. Upphæddin skal gjaldast, áðrenn bygiloyvið verður latið.

Byggisamtykt

Kunoyar Kommuna arbeiðir í løtuni við einari byggisamtykt fyri hvørja bygd, lógarkravið er at tað er ein byggisamtykt fyri hvørja bygd í kommununi. Hettar arbeiðið tekur langa tíð, av tí at Haraldssunds bygd ongantíð hevur haft eina byggisamtykt, skal alt arbeiðið gerast frá grundini. Arbeitt er eisini við at dagføra byggisamtykitna fyri Kunoyar bygd.

Afturat hesum bjóðar kommunan leigugrundir til ídna við kaiøkið í Haraldssundi.

Kunoyar Kommuna
Broyting og dagføring av almennu byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. Mars 2013 verður við hesum uppskot til broyting og dagføring í Almennu Byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommuna lagt fram til alment eftirlit.

Kunoyar bygd
Broyting og dagføring av byggsamtyktini og býarpláni.

Haraldsunds bygd
Samskipan við byggisamtyktina fyri Kunoyar bygd  og býarplánskort.