

2. Páskadag (Mánadagin 22 apríl) kl 15. fara vit aftir at hava tað vælumtókta páskatiltakið, har børnini kunnu leita eftir eggun.









Í fjør vóru vit niðri í bygdini av tí at tað var mest sum stórkavi


Men í ár fara vit niðan aftur í viðarlundina at hugna okkum.



Tveir vinningar verða: ein til tey lítlu børnini

og ein til tey størru

Øll børnini ið eru við til tiltakið fáa eisni ein lítlan pakka í part og tey vaksnu fáa kaffi og smákakur


Og til seinast men so slett ikki minst, takka vit Kunoyar Kommunu fyri stuðulin


G.G : vit tilráða fólki um at seta bilin niðri í bygdini, soleiðis at tað ikki verur trafikkproppur uppið við viðarlundina



