Tíðindi –
27.4.2026

Kunoyar kommuna ásetur tænastugjald á tóm býli frá 1. Juli 2026

Kunoyar kommuna ásetur tænastugjald á tóm býli frá 1. Juli 2026

Kommunustýri í Kunoyar kommunu hevur á bygdaráðsfundi tann 21. mai 2025 einmælt samtykt, at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. Juli 2026. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 7.945 pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum árið.

 

Heimild og grundarlag

Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri

  • vatnveiting
  • fráveiting av kloakk
  • burturbeining av húsarhaldsburturkasti
  • brunatilbúgving    

Lógin ásetur at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.

Útrokning grunda á veruligan kostnað

Umsitingin hjá Kunoyar kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðalrakstrartøl fyri árini 2020–2024 er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 12.658,- pr. býli um árið.

Útreiðslurnar fevna serliga um:

  • burturbeining og handfaring av burturkasti
  • innsavnan av ruski
  • vatnveiting    
  • kloakkskipan    
  • brunatilbúgving    

Við støði í hesum er tænastugjaldið ásett til kr. 663,- um mánaðin pr. býli, svarandi til umleið kr. 7.945,- um árið, sum er ásetta hámark fyri tænastugjaldið.

Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:

  • hvílir í sær sjálvum
  • fevnir einans um veruligar útreiðslur
  • liggur á hámarkinum fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli.

Hvat er eitt býli?

Í sambandi við tænastugjald á tóm býli verður hugtakið býli skilmarkað sambært lógargrundarlagnum soleiðis:

Eitt býli er hús, íbúð ella líknandi, sum er egnað at verða nýtt til bústað.

Eitt býli er m.a. eyðkent við, at:

  • vatn er lagt inn
  • kloakk er bundin í býlið

Hugtakið fevnir um:

  • vanlig sethús
  • tvíhús og raðhús
  • íbúðir í íbúðarblokkum
  • íbúðir í virkisbygningum
  • íbúðir á neystaloftum og líknandi.

Smærri bygningar, sum úthús, bilhús, hjallar og neyst, ið ikki eru egnaðir til bústað, eru ikki fevndir av hugtakinum býli í hesum høpi .

Íbúð í húsi, har eigarin sjálvur býr, og har íbúðin ikki er frámatrikulerað sum sjálvstøðug íbúð, er heldur ikki fevnd av reglunum um tænastugjald á tóm býli.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Í fíggjarætlanini fyri 2026 er mett, at tænastugjaldið kann geva kommununi inntøkur á uml. kr. 170.000. Endamálið er at tryggja eina rímiliga javnvág, soleiðis at útreiðslur til hesar felags tænastur ikki einans verða hildnar av teimum, sum hava skrásettan bústað í kommununi. 

Víðari framferð

Tænastugjaldið kemur í gildi frá 1. juli 2026.

Kommunan ger sjálv av, hvussu gjaldið verður kravt inn (mánaðarliga, hálvárliga ella árliga), og eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldingarfreistir í næstum.

Kunoyar kommuna

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur