Tíðindi –
8.5.2026

Umsjónarfólk til Kunoyar kommunu

Umsjónarfólk til Kunoyar kommunu

Søkt verður eftir umsjónarfólki til Kunoyar Kommunu. Talan er um eitt hálvtíðarstarv við byrjan skjótast til ber. Arbeiðs uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna serliga um viðlíkahald og smærri umvælingar bæði í Kunoy og Haraldssundi.

 

Krøv til útbúgving og førleikar

  • at vera handverkari er ein fyrimunur
  • at tú ert røkin og vælskipað/ur í tínum arbeiði
  • at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat krevur ábøtur og fært arbeiðið avgreitt
  • at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi og duga væl at samstarva við bæði starvsfólk og borgarar
  • at tú dugir at loysa trupulleikar og at arbeiða sjálvstøðugt

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er eitt hálvtíðarstarv við starvsbyrjan skjótast gjørligt. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum og at tað kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Tann, ið verður settur, hevur eina royndartíð uppá 3 mánaðir.

Kommunan tilskilar sær rættin til ikki at velja nakra av innkomnu umsóknunum.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn:

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skulu sendast við telduposti til kunoy@kunoy.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ólav Nybo, borgarstjóra á tlf. 224492.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur