
Ferðavinnuætlanin fyri Kunoyar kommunutil almenna hoyring
Tað er Landsstýrið, sum hevur álagt øllum kommunum at gera eina ferðavinnuætlan. Allar kommunurnar í Norðoyggjum, undantikið Fugloyar kommuna, hava valt at samstarva um ferðavinnuætlanirnar og hava givið Visit North ábyrgdina av, at samskipa arbeiðið og bera ferðavinnuætlanirnar á mál.
Ferðavinnuætlanin er ein liður í at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum á ein skipaðan, burðardyggan og virðisskapandi hátt. Í ætlanini verður greitt frá verandi støðu, møguleikum og avbjóðingum, samstundis sum mál og átøk fyri komandi árini eru ásett.
Áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar, ynskir kommunan at geva øllum áhugaðum møguleika at lesa ætlanina og koma við viðmerkingum.
Ferðavinnuætlanin er býtt upp í fylgjandi partar:
Ferðavinnuætlanin kann lesast við at trýsta á fíluna niðanfyri.
Viðmerkingar skulu sendast til kunoy@kunoy.fo. Minst til at viðmerkja “Ferðavinnuætlan” í teldupostin.
Øll innkomin hoyringssvar verða viðgjørd, áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar.