Skattalistin fyri 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni hjá Kunoyar kommunu frá mánadegnum 23. november til og við mánadagin 7. desember 2026.
Kommunuskrivstovan er opin mánadagar og fríggjadagar kl. 09.00 – 11.00.
Sambært løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um toll- og skattafyrisiting skal skattalistin liggja frammi til alment eftirlit hjá kommununi.
Heldur ein skattgjaldari, at skattaálíkningin hjá sær sjálvum ella einum øðrum skattgjaldara er skeiv, kann viðkomandi kæra til TAKS.