Tíðindi –
20.12.2025

Borgarafundur

‍

Í samband við nýggju kommunalu ferðavinnulóggávuna, fer Kunoyar kommuna at skipa fyri einum borgarafundi, har heimafólk, festarar og jarðeigarar kunnu koma við viðmerkingum til hetta uppskotið.

Orðstýrari: Kári Thorsteinsson, fyrrverandi sýslumaður. Hann kemur eisini at greiða frá sjónamiðunum hjá Jarðir og Bóndafelagnum.

‍

Kommunurnar eru álagdar, at gera eina ætlan fyri, hvussu ferðavinnan skal skipast. Fyri kommununa er tað altavgerðandi, at hendan ætlannin er í trá við ynskir hjá íbúgvum, festarum og jarðeigarunum á oynni.

‍

Uppskotið hevur millum annað hesar yvirskriftir:

- Farleiðir

- Avmarkingar

- Ferðaleiðarar

- Fyribils stongsil

- Gjald fyri tænastu

‍

Les meira um uppskotið inni á her: https://www.uvmr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-kunngerd-um-kommunalar-ferdavinnuaetlanir-avtalur-um-handilsliga-ferdavinnu-oa

‍

Kunoyar kommuna ynskir, at tit møta fjølment.

Stað: Bygdarhúsið Ljósið, Haraldsund, tann 11. Mai, kl. 16.00.

‍

‍

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur