Tíðindi –
18.2.2026

Borgarafundur tann 2. mars kl. 19.00 í bygdarhúsinum í Haraldssundi

Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norðoyggjum við serligum atliti til Kunoynna

Í samband við at Landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum. Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

Tí verða heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað boðin til borgarafund. 

Á fundinum verður greitt nærri frá: 

·       hvat ein ferðavinnuætlan er og hvat endamálið er

·       hvussu arbeiðstilgongdin er skipað

·       hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið

Størstur dentur verður lagdur á tykkara íkast. Tí verður stórur partur av fundinum settur av til prát,spurningar og viðmerkingar. Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigurat mennast í Norðoyggjum. 

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur