Tíðindi –
27.9.2021

Broytingar í Kunoy

Broyting og dagføring av almennu byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommunu

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. Mars 2013verður við hesum uppskot til broyting og dagføring í Almennu Byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommuna lagt fram til alment eftirlit.

Kunoyar bygd

Broyting av økisástingini, millum kirkjuna og kirkjugarðin verður H-økið, frílendi broytt til E-økið, almennir stovnar.

Tilfarið liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 04.10.2021 til 25.10.2021

Møgulig mótmæli, ískoyti ella broytingaruppskot skulu verða Kunoyar kommunu í hendi i seinasta lagi 15.11.2021.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur