Tíðindi –
5.3.2026

Fólkatingsval 24. mars 2026

Valrættur og valbæri

Fyri at hava valrætt og harvið eiga rættin til at atkvøða, mást tú lúka hesar treytir:

  • Tú mást vera fylt/ur 18 ár
  • Tú mást hava danskan heimarætt
  • Tú mást hava fastan bústað í Føroyum, Danmark ella Grønlandi
  • Tú mást ikki vera ómyndugur

Eingin fær útint sín valrætt uttan at vera skrásettur á veljaralistanum. Fyri at atkvøða mást tú vera skrásettur á veljaralistanum í einari kommunu í seinasta lagi 18. dagin fyri sjálvan valdagin. Tað vil siga í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars.

Brævatkvøða

Í Kunoyar kommunu kanst tú greiða brævatkvøðu til og við fríggjadagin 20. mars 2026 klokkan 15.00.

Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú greiða atkvøðu tríggjar vikur áðrenn valdagin, tað vil siga frá 3. mars 2026. Tú skalt tá boða Kunoyar Kommunu frá á telefon 45 99 00. Síðan koma tveir av valstýrinum tilnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. Seinasta freist at boða frá, at tú vilt brævatkvøða heima við hús, er fríggjadagin 20. mars klokkan 15.00.

Somuleiðis um tú ert innløgd/ur á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum tilnevndum persónum við at boða Kunoyar kommunu frá.

Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stadd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er vanliga kommunuskrivstovan.

Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Skrivstovan er opin mándagar kl 09.00 - 11.00, um tit ynskja at koma eitt annað tíðspunkt, ber til at gera avtalu við at ringja til kommununa á tlf. 459900.

Valkort

Øll á veljaralistanum fáa valkort sendandi við postinum umleið tíggju dagar áðrenn valið.

Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.

Til fólkatingsvalið 24. mars 2026 eru valstøðini opin frá klokkan 09.00 til klokkan 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur