Tíðindi –
20.5.2022

Grundøkir til sølu í Kunoy

1. Juni 2022 vera tvey grundøkir í Kunoyar bygd sett til sølu, talan er um matr. nr. 150t og 150o.
Sambært reglugerð um grundøki og byggisamtyktina fyri Kunoyar kommunu eru grundøkini sett av til sethúsabygging til fastbúgvandi.
Umsókn skal sendast til:

Kunoyar kommunu
Heimi í Húsi 7
FO - 780 Kunoy
ella á teldupostbústað okkara:
kunoy@kunoy.fo

Vinarliga lesi regulgerð um grundøki áðrenn umsóknin verður send Kunoyar kommunu.

Kommunan fer samstundis at gera ein bíðilista til fólk sum ynskja at byggja summarhús í Kunoyar kommunu,  um tú ynskir at vera settur á summarhúslistan, vinarliga send okkum eina umsókn:

Kunoyar kommunu
Heimi í Húsi 7
FO - 780 Kunoy
ella á teldupostbústað okkara:
kunoy@kunoy.fo

Um áhugin er nóg stórur hevur kommunan ætlanir um at gera eina útstykking til hetta endamál.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur