Í viku 12 verða grá rull borin út, og í víku 13 verða tey hvítu rullini borin út.
Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.
Manglar tú posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar nýttir.
Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu og hvítu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.
Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?
Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her.
Hevur tú størri nøgdir av burturkasti, verður víst til kommunala endurnýtsluplássið. Finn títt pláss og upplatingartíðir her.
Skalt tú byggja, umvæla ella møguliga rudda ein heilan kjallara/loft, er eisini møguligt at leiga ein bingju frá IRF. Les meira her.