Broyting og dagføring av almennu byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir og við eftirfylgjandi broyttingum, verður við hesum uppskot til broyting og dagføring í Almennu Byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommuna/Haraldsundlagt fram til alment eftirlit.
Byggisamtykt fyri Kunoyar Kommunu, bygdirnar Kunoy og Haraldsund, økið L1 íHaraldsundi o.a.
Vísandi til framlagda málið um, nágreining og broyting av L1 økinum í Haraldsundi, so hetta umfatar øki omanfyri og niðanfyri suðurgangandi stikvegin frá Leitisvegi/undir Hamarsenda og part av planeraða økinum millun tunnilsvegin og sjóðarmálan, hevur undirritaði gjørt uppskot til broytan av kortskjalinum fyri Haraldsunds bygd í byggisamtyktini smb. viðhefta kortskjali.
Haraldsunds bygd
Broytan av L1 økið og D økinum sunnanfyri byrgingina
Tilfarið liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 29.04.2025 til 10.06.2025 og eisini á heimasíðuni hjá Kunoyar kommunu www.kunoy.fo.
Møgulig mótmæli, ískoyti ella broytingaruppskot skulu verða Kunoyar kommunu í hendi i seinasta lagi 10.06.2025.