Tíðindi –
10.5.2021

Kunngerð um fólkatingsval 5. juni 2019

Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólkatingsvalið fer fram

Mikudagin 5. juni 2019

í Skúlanum í Kunoy (fyri veljarar í Kunoy)


í Skúlanum í Harladssundi (fyri veljarar í Haraldssundi)

Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 09:00 – kl. 20:00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.

Veljarar í Kunoyar kommunu, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu vera valstýrinum, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 5. juni 2019.

Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 3. juni 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 459900 ella 599400 í seinasta lagi 3. juni 2019 kl. 15.00.

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða  send út við postinum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella okkurt er komið skeivt fyri, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt.

Havið valkortið við á val.

Kunoyar Kommuna

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur