Tíðindi –
30.9.2024

Kunning í samband við brævatkvøður

Í samband við brævatkvøður, sigur lógin soleiðis:

§ 14. Veljarar, ið vilja taka lut í valinum valdagin, mugu møta persónliga; tó kunnu sjófólk, sjúk og aðrir persónar, ið hava ikki møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum sjálvan valdagin, greiða atkvøðu eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri val til Føroya løgtings við innsending av brævatkvøðum.

Veljarar í Kunoyar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við fríggjadagin 11. novembur 2024. Skrivstovan er opin mándagar kl 9-11, um tit ynskja at koma eitt annað tíðspunkt, ber til at gera avtalu við at ringja til kommununa á tlf. 459900

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur