Tíðindaskriv kommunur 29. Apríl 2019
Hvar eru tankarnir, tá tú koyrir bil?
Komandi tríggjar vikurnar heitir Kunoyar Kommuna á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil. Hetta gera vit í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd, politiið og aðrar kommunur.
Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.
Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:
Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum.
– Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, “5 sekund = 111 metrar við 80 km/t”. 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni.
Kommunurnar taka undir við átakinum
Í nøkur ár, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd boðið kommununum at luttaka í átøkum, hetta fyri at geva átakinum størri slagmátt. Heili 14 kommunur hava hesa ferð valt at luttaka í átakinum.
Vit luttaka í átakinum, tí eisini í Kunoyar Kommunu síggja vit at bilførarar eru gáloysnir í ferðsluni og eru upptiknir av øðrum enn at koyra bil, tá teir koyra bil. Til dømis at tosa í telefon, drekka kaffi og innstilla útvarpið.
Eisini politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er og fara tey at býta út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bilførararnar, sum verða steðgaðir. Sleikisneisirnar eru eisini partur av tilfarinum, sum kommunurnar fara at býta út á relevantum støðum, saman við boðskapinum um at ringja, ella sms’a áðrenn tey setast við róðrið. Og soleiðis hugsavna seg um at koyra bil, tá tey koyra bil.
Føroyingar um gáloysni
Í Gallup-kanning fyri RFF sæst, at 85% av føroyingum meta at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum.
Men bert 57% siga seg ongantíð tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.
Heili 17% siga seg tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálvi koyra bil, 2-4 ferðir um vikuna, ella dagliga!
Vit vita sostatt at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá vit koyra bil.
Góð ráð