Tíðindi –
17.9.2021

Kunoyar kommuna við átakinum Rudda Føroyar

Ruddingarvika 11.-18. septembur

Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á fjórða sinni,og aftur í ár rudda vit í eina viku, frá 11.-18. septembur. Endamálið er hittsama - at fáa einar ruskleysar Føroyar. Aftur at tí vilja vit eisini fáa einarstubbafríar Føroyar.

Soleiðisluttekur tú í ruddingarvikuni:

1.     Túruddar í ein ella fleiri av døgunum 11.-18. september.

2.     a)Tú vigarruskið ella metir um vektina. b) Tú metir um talið á stubbum.

3.     Túskrásetir nøgdina av burturkasti og stubbum her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

4.     Tú beinir burtur ruskiðá rættan hátt og skipar fyri egnum hugnaløtum

 

Hvarskalt tú rudda hesa vikuna?

Rudda fram við landi, ífjøruni, á sandinum, við byrgingar, fram við landsvegnum, í bygdini ella íbýnum, á ítróttarøkjum

Rudda kring arbeiðsplássið íkaffipausuni

Rudda saman viðbindiklubbanum, vinfólkunum, familjuni

Vita hvussu nógvarstubbar tit finna

Minst til at kanna nærtítt bingjupláss ella endurnýtslupláss er opið!

Núfáast ruskposar í Sport24 Outlet í Havn, Sport24 Tvøroyri, skrivstovuni íRunavíkar Kommunu og í Miðlan í Klaksvíkar kommunu til og við 17. september ogí Sport24 Klaksvík til og við 18. september!

 

Klára vit at rudda 20 tons av ruski og 10.000 stubbar úr føroyskunáttúruni?

 

Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #ruddaføroyar2021 #ruddastubbar

Frámerk okkum á Instagram og facebook: @ruddaforoyar

 

Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let's DoIt! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum erfáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2019luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum og í 2020 luttóku 11 milliónirsjálvboðin úr 166 londum. Í Føroyum vórðu 22 tons ruddað í 2018, 28 tons í 2019og 15 tons í 2020. 

 

Samankunnu vit skapa ein ruskleysan heim.

 

ruddaforoyar.fo 

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur