Tíðindi –
5.3.2026

Løgtingsval 26. mars 2026

Valrættur og valbæri

Fyri at velja til løgtingsvalið, mást tú vera:

  • Fylt 18 ár
  • Heimahoyrandi í Føroyum og hava danskan heimarætt
  • Skrásett á veljaralistanum

Harafturat mást tú ikki vera undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini.

Veljaralistarnir liggja frammi til alment eftirlit á skrivstovuni hjá Kunoyar kommunu frá í seinasta lagi hósdegnum 19. mars 2026.

Flytur tú í aðra kommunu aftaná 11. mars 2026, verður tú standandi á veljaralistanum í kommununi, tú flytur úr. Flytur tú 11. mars 2026 ella áðrenn, verður tú skrásett á veljaralistanum í kommununi, tú flytur til.

Stendur tú ikki á veljaralistanum, men heldur tú teg lúka treytirnar fyri at velja, skalt tú seta teg í samband við Kunoyar kommunu á tlf. 459900.

Hevur tú havt útlendskan ríkisrætt og seinni fingið danskan heimarætt, mæla vit til, at tú eftirkannar, at tú stendur á veljaralistanum. Tí tað kemur fyri, at Landsfólkayvirlitið ikki hevur fingið fráboðað broytingina, og tá verður tú ikki skrásett á veljaralistanum. Á valdegnum er í flestu førum ov seint at rætta tílíkt.

Brævatkvøða

Tú kanst greiða brævatkvøðu til og við mikudagin 25. mars 2026.

Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu eina viku áðrenn valdagin, tað vil siga frá 19. mars 2026. Tú skalt tá boða Kunoyar kommunu frá á telefon 45 99 00. Síðan koma tveir av valstýrinum tilnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. Seinasta freist at boða frá, at tú vilt brævatkvøða heima við hús, er mikudagin 25. mars klokkan 16.00.

Somuleiðis um tú ert innløgd/ur á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum tilnevndum persónum við at boða Kunoyar kommunu frá.

Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Skrivstovan er opin mándagar kl 09.00 - 11.00, um tit ynskja at koma eitt annað tíðspunkt, ber til at gera avtalu við at ringja til kommununa á tlf. 459900.

Valkort

Tá ið Landsfólkayvirlitið hevur útskrivað veljaralistarnar, verða valkort send við postinum til øll á listunum. Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella velur at brævatkvøða.

Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.

Til løgtingsvalið 26. mars 2026 eru valstøðini opin frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Tìðarfreistir í samband við valið

5. mars - Seinasta freist at taka avgerð um upptøku av lesandi uttanlands á veljaralista

19. mars - Veljaralistarnir verða lagdir fram til alment eftirlit

19. mars - Brævatkvøður í sambandi við sjúku og tílíkt

25. mars - Seinasta freist at brævatkvøða

26. mars - Valdagurin

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur