Góðu borgarar!
Tað verður nógvur vindur um vikuskifti, og tí er sera umráðandi at øll rudda upp uttanfyri, soleiðis at onki sum kann gera skaða liggur og rekst leyst.
VinarligaKunoyar Kommuna
Ruskplássið í Haraldssundi, verður stongt jólaaftan og nýggjársaftan.
Kommunustýri í Kunoyar Kommunu hevur á bygdaráðsfundi tann 21. mai 2025 einmælt samtykt, at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. Juli 2026. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 7.945 pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum árið.
Kunning í samband við fólkatingsvalið tann 24. mars 2026.
Kunning í samband við løgtingsvalið hósdagin tann 26. mars 2026.