
Góðu tit øll í Kunoyar kommunu,
Takk fyri borgarafundin í Haraldssundi tann 2. Mars.
Hetta er ein samandrátt av tí, ið varð umrøtt á fundinum. Endamálið er, at øll fáa innlit í, hvat heimafólkið og onnur áhugað løgdu fram á borgarafundinum, umframt at geva øllum møguleika at koma við viðmerkingum og íkastum.
Theresa T. Kreutzmann bjóðaði vælkomin og kunnaði stutt um endamálið við fundinum. Síðani greiddi Annika Klakkstein frá endamálinum við ferðavinnuætlanini og yvirskipað frá, hvat er álagt kommunum í kunngerðini um kommunalar ferðavinnuætlanir. Til seinast varð orðið frítt, har Theresa leiddi kjakið.
Tað er greitt, at munandi fleiri ferðafólk vitja í Kunoy enn í Haraldssundi har tey flestu bert koyra framvið. Í Kunoy eru nógv ferðafólk, bæði føroysk og útlendsk, tey flestu ganga niðan í dalin. Eisini koma fleiri bussar í bygdina við ferðafólki, men sum støðan er nú leggja hesi einki fíggjarligt eftir seg. Flestu ferðafólkini steðga niðri í bygdini, ganga eftir nýggja vegnum og í plantasjuna – og fara síðani avstað aftur. Tískil er greitt at ferðafólk eru nógv av, men virðisskapan og ágóði fyri lokal samfelagið er avmarkað.
Ikki tykkum at siga, tá kjakið snýr seg um ferðavinnu og ferðavinnuætlan, verða fleiri samansett viðurskifti umrødd. Fyri at halda tingini greið havi eg býtt evnini, sum vórðu umrødd á fundinum, sundur í 6 høvuðsevni og roynt at skrivað stutt og greitt, hvat ynskið hjá tykkum er ímun til hesi viðurskifti.
Bygdagøtur
Tað er bert ein almenn bygdagøta/hagagøta á Kunoynni, tað er bygdagøtan millum Haraldssund og Skarð. Tað er álagt øllum kommunum, at tær hava ábyrgd av at halda almennu farleiðirnar, umframt tær gomlu bygdagøtur.
Í hesum sambandi vórðu fleiri møguleikar umrøddir, og tað tykist at vera stór semja um at í minsta lagi gera stórar avmarkingar á bygdagøtuna.
· Prátað varð um, at lukka gøtuna 6-8 mánaðir um veturin. M.a. tí gøtan gerst vandamikil:
- Hella, sum frystir um veturin
- um nógv regn hevur verið, er vandi fyri at tað loypir
- gøtan er so mikið long, at tað er avbjóðandi at náa aftur og fram í dagsljósi.
- Fleiri staðni er gøtan illa farin, og í summum støðum er hon nærum ikki sjónlig.
· Borgarstjórin ynskti at taka gøtuna av kortinum fyri almennar bygdagøtur, tí kommunan hevur ikki fíggjarliga orku at halda gøtuna við líka.
Skipað ferðavinna
Stór semja tykist vera um, at trygdin má gerast betri.
Ein møgulig loysn er, at stýra hvør fær atgongd at ferðast uttangarðs.
· Víst varð á, at eingin eigur at fara í hagan uttan at onkur veit av tí.
· Ynski er um at flyta óskipaða gongd í haga til skipaða og trygga ferðavinnu.
· tí er ein møguleiki, at fólk ikki fara út um bøgarðarnar uttan ferðaleiðara.
· Borgarstjórin mælir til at stongja lendi uttangarðs og skipaðvirksemi og bjóða túrar út. Hann leggur upp til at nokta allar ferðslu í haganum uttan ferðaleiðara av trygarávum – eisini fyri føroyingum.
Fleiri tóku undir við hesum hugskoti.
Tað skal tó nevnast, at tað er sera ivasamt um Landsstýrið hevði givið góðkenning til hetta, tá avmarkingarnar eisini eru sera stórar fyri føroyingar. Eisini eru fleiri borgarar ósamdir í hesum hugskoti. Tó verður hesin møguleikin eisini kannaður av Visit North eftir ynski hjá teim lokalu.
Ferðaleiðarar
Tað er ásett í kunngerðini í §8 at ferðaleiðarar, skulu vera staðkendir, hava hollan kunnleika til økið og skulu hava fyrstuhjálp.
· eisini var sett fram, at kommunan skal góðkenna staðkendar ferðaleiðarar. Fyri at tryggja at ferðaleiðarar eru staðkendir og hava hollan kunnleika til økið.
Neyðugt er, at kommunan ger greitt hvussu tey ynskja at hetta ítøkiliga verður gjørt.
Eins og í hinum kommununum greiddi Theresa frá, at um áhugi er fyri tí, er møguligt at skipa fyri einum ferðavinnuskeiði, sum kann útbúgva góðkendar og staðkendar leiðarar.
Skelting og kunning
Tey, ið luttóku, vóru ikki samd um tørvin av skelting á oynni. Tó vóru tey flestu samd um, at tørvur er á betri skelting. Nøkur vildu vera við, at skeltingin ikki hevur ynskta virkna, meðan onnur uppliva at ferðafólk lesa tey skeltini, sum eru, avbjóðingin er hinvegin at tað mangla fleiri skelti.
· Skelting er eitt amboð til at kunnað og vegleiðaferðafólkini.
Hetta gagnast bæði vitjandi og heimafólki.
· Skelting verður eisini sæð sum ein liður í virðing fyri bygdafólki og økinum. Tað mangla vegleiðandi skeltir, men eisini upplýsandi skeltir eitt nú eitt “vælkomin í Kunoyar kommunu” skelti, tá komið verður yvir umbyrgingina.
Tískil er neyðugt, at arbeiða við betri skelting á Kunoynni, og at hyggja nærri at júst hvør tørvurin og ynskini eru.
Parkering og vesi
Í Haraldssundi er hvørki alment parkeringspláss ella vesi.
Meðan alment vesi er í Kunoy, hetta líkur tó ikki treytirnar fyri almennum vesi, grundað á atkomuviðurskiftini tá fólk, ið ikki megna at ganga gjøgnum trappur, ikki hava møguleika at fara á vesi.
Kunnað var í hesum sambandi um, at kommunur kunnu søkja Visit Faroe Island um stuðul til parkering, skelting og vesi.
· Ynski er um alment vesi bæði í Haraldssundi og Kunoy
· Somuleiðis er ynski um betri parkeringsmøguleikar í báðum støðum.
Neyðugt er, at arbeiða miðvíst fyri at fáa hesi viðurskifti uppá pláss skjótast møguligt, tá hetta eru grundleggjandi viðurskifti fyri at skapa góðar karmar fyri vitjandi og menna eina góða ferðavinnu.
Hegn og atgongd
Nógv hegn er í haganum á oynni, men eingi ella fá portur eru at ganga ígjøgnum eru. Tískil eru manglandi portur í haganum ein avbjóðing.
· Hegnið er ábyrgd hjá hagapørtunum sjálvum.
· Fyri at verja hegnið og samstundis loyva skipaðari ferðslu, er neyðugt at gera fleiri portur.
· Dentur varð lagdur á, at portur skulu lata aftur av sær sjálvum.
· Eisini varð víst á tørvin, at hava skelting á øllum hagaportrum, um at portið altíð skal vera aftur. Í hesum sambandi er eisini møguligt at skelta um serlig atlit skulu takast.
Tørvur er á, betri skipan millum landbúnað og ferðslu í haganum fyri at verja bæði ogn, djóralív og náttúru.
___
Vinarliga
Kunoyar Kommuna
& Annika Klakkstein
Verkætlanarfólk
Visit North