Hagastýrið fyri Suðurhaga í Haraldssundi vil boðað frá at seyðurin ikki verður koyrdur bønum 14. maj.Orsøkin til hetta er at ongin gróður er og keðiligt veður.Eru spuringar hesum viðvíkjandi ber til at venda sær til sýslumansskrivstovuuna.
Ruskplássið í Haraldssundi, verður stongt jólaaftan og nýggjársaftan.
SummarferiaKommunuskrivstovan er stongd frá 20. juli til og við 17. august vegna summarfrí.Skrivstovan letur upp aftur mánamorgunin 24. august kl. 09.00.Um tygum hava átrokandi boð, ber til at ringja á kommunuskrivstovuna á tlf. 45 99 00 og trýsta á 1.Kunoyar kommuna ynskir øllum eitt gott summar.
Kommunustýri í Kunoyar Kommunu hevur á bygdaráðsfundi tann 21. mai 2025 einmælt samtykt, at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. Juli 2026. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 7.945 pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum árið.
Ferðavinnuætlanin fyri Kunoyar kommunu liggur til almenna hoyring frá á í dag, 29. juni, og 14 dagar fram.