Tíðindi –
2.11.2022

Skattalistin 2021

Sambært løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyristing skal skattalistin liggja frammi til alment eftirlit hjá kommununi.
Skattagjaldari hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíknigin hjá honum sjálvum ella øðrum skattaborgara er bein.
Skattalistin 2021 liggur frammi á Kommunuskrivstovuni frá hósdegnum 3. novembur og fram til hósdagin 17. novembur.
Skrivstovan er opin mánadagar frá kl 9 – 11.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur