Til ung í Kunoyar kommunu,Um tit eru áhugaði í ung í arbeiði í summarfrítíðini, skulu tit ringja til Sóleyð, borgarstjóra á tlf. nr. 251675.
Vinarliga Kunoyar kommunu
Ruskplássið í Haraldssundi, verður stongt jólaaftan og nýggjársaftan.
Kommunustýri í Kunoyar Kommunu hevur á bygdaráðsfundi tann 21. mai 2025 einmælt samtykt, at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. Juli 2026. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 7.945 pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum árið.
Ferðavinnuætlanin fyri Kunoyar kommunu liggur til almenna hoyring frá á í dag, 29. juni, og 14 dagar fram.
Søkt verður eftir umsjónarfólki til Kunoyar Kommunu. Talan er um eitt hálvtíðarstarv við byrjan skjótast til ber. Arbeiðs uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna serliga um viðlíkahald og smærri umvælingar bæði í Kunoy og Haraldssundi.